Símun Samuelsen er í gongd við sítt besta kappingarár síðani hann fekk álvarsaman skaða í 2013.
Í 2013, tá HB vann sítt seinasta FM, var Símun Samuelsen millum mest eyðsýndu leikararnar í bestu deildini eins og hann hevði verið í føroyskum fótbólti flestu av árunum beint frammanundan. Men so fekk hann ein álvarasaman skaða, sum hevur ávirkað avrikini síðani, har hann eisini hevur sitið uttanfyri í tíðarskeiðum við skaða. Síðani 2013 hevur hann ikki verið millum leikararnar við flest málum ella uppleggum og omgantíð hevur hann skorað meir enn 2 mál síðani 2013. Nú er tað broytt, tí 32 ára gamli Símun hevur fingið eina flúgvandi byrjan uppá kappingarárið.
Tí eftir 5 umførum telist Símun Samuelsen millum vandamiklastu leikararnar í Betri Deildini, hvat málum og uppleggum viðvíkur. Símun hevur skorað 2 mál og lagt upp til 3 mál. Bara Jóannes Bjartalíð (KÍ) og Árni Frederiksberg (NSÍ) hava verið við í fleiri málum higartil í ár. Sí talvur her á síðuni.